Nú verður lýst eftir umsóknum til FVR - freistin er mán. 4/12-17 kl.12:00


3. november 2017


Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum


Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:

  • Burðardyggur fiskiskapur
  • Royndarveiða og virðisøking av fiski
  • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum

Serligur dentur verður lagdur á, at:

  • vinnan tekur lut í verkætlanini
  • eginfígging, onnur fígging og samfígging er skjalfest
  • samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands.
  • at verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini

 

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

Fiskivinnuroyndir kann í hesum umfarinum útluta 7,2 mió. kr. komandi ár til nýggjar og verandi verkætlanir.

(Søga: ì byrjanini av 2016 var játtanin komin niður á 2,208 mió, men hendan varð hækkað við ársenda  við 1,3 mió. , tá fíggjarlógin var samtykt fyri 2016. Játtanin varð hækkað við 5,1 mió. upp í 8,4 mió. fyri 2017 og lækkar nú væntandi við 1,4 mió. niður á 7,2 mió. fyri 2018)

Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50% (max. 300 kkr./ár í 3 ár)

 

Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2018.

Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta.

 

Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. desember 2017, kl. 12:00.

 

Áhugaði eru vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum.

 

Her finnur tú (trýst):

 

Blaðlýsingin fyri 2018

Programmið fyri 2017-20 við undirpunktum

  

Umsóknarbløð vegleiðing um stuðul (sí undir Stuðul)

 

Kunning um FVR2017 (stuðul veittur í 2017)

Kunning um FVR2016 (stuðul veittur í 2016)

Kunning um FVR2005 (stuðul veittur í 2015)

 

og eldri tilsvarandi kunningar:

Kunning um FVR2014 (stuðul veittur í 2014)

Kunning um FVR2013 (stuðul veittur í 2013)

Kunning um FVR2012 (stuðul veittur í 2012)

Kunning um FVR2011 (stuðul veittur í 2011)

Kunning um FVR2010 (stuðul veittur í 2010)

Kunning um FVR2009 (stuðul veittur í 2009)

Kunning um FVR2008 (stuðul veittur í 2008)

Kunning um FVR2007 (stuðul veittur í 2007)

Kunning um FVR2006 (stuðul veittur í 2006)

Kunning um FVR2005 (bert verkætlanaryvirlit)