Nú verður lýst eftir umsóknum til FVR - freistin er týs. 15/12-20, kl.12:00


fríggjadagur, 20. november 2020


Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum


Programmið fyri 2017-20/21 sæst við at trýsta her

Umsóknarblað og vegleiðing fæst trýsta her (og so trýsta víðari)

 

Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:

  • Royndarveiða og virðisøking av fiski og fiskavørum
  • Burðardyggur fiskiskapur
  • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum

Serligur dentur verður lagdur á, at:

  • vinnan tekur lut í verkætlanini
  • eginfígging, onnur fígging og samfígging er skjalfest
  • samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands.
  • at verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini

 

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

Fiskivinnuroyndir kunnu í hesum umfarinum væntandi útluta 6,5 mió. kr. aftur komandi ár til nýggjar og verandi verkætlanir.

 

(Søga: Upphæddin, sum væntandi verður útlutað fyri 2021, er óbroytt og tann sama sum fyri 2019 og 2020. Nærri lýsing av upphæddunum ymisku árini síggjast við at trýsta her).

 

Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50% (max. 300 kkr./ár í 3 ár)

 

Blaðlýsing sæst við at trýsta her

Miðlaætlanin sæst við at trýsta her

 

20/11-20jm