Stutt yvirlit yvir játtaðu verkætlanirnarPrint

Fylgiskjal 2: Verkætlanaryvirlit 2007 (10 framhaldandi og 10 nýggjar verkætlanir)

 

J. Nr.

 

 

Játtað

2007

Navn

Verkætlanarumsitari

Verkætlanar-leiðari

Stutt um endamálið við verkætlanunum:

 

Øki

Øki

  Tilsamans:

  2.416.000

Framhaldandi verkætlanir

(umsøkjari)

 

200600029

A

400.000

Vistfrøðiligur-búskaparligur myndil -Fiskivinnumyndil

Fiskirannsóknarstovan

Regin Reinert

Ein myndil skal lýsa samanspælið millum týdningarmestu luttakararnar í vistfrøðini á landgrunninum. Luttakararnir sum myndilin skal lýsa eru botnfiskasløgini toskur, hýsa og upsi, og møguliga eisini havtaska. Myndilin skal eisini umfata gróðurin á landgrunninum og týdningarmestu føðina hjá botnfiski, sum er hvítingsbróðir, nebbasild og benthos (botndjór).
Í øðrum føri er ætlanin eisini at myndilin skal umfata búskaparliga renslið frá fiskivinnuni. Búskaparligi parturin av myndilinum skal kunna brúkast til at meta um avleiðingar av fiskarípolitiskum inntrivum, sum t.d. broytingum í fiskidagatali, ella broytingum í flotasamansetingini. Myndilin kann sostatt brúkast sum eitt amboð í fiskivnnuhøpi, til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, soleiðis sum tað stendur í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Royndin/verkætlanin ætlast at byrja  1. januar 2006 og at enda  31. desember 2008.   

200600030

A

300.000

Gulllaksur

Fiskirannsóknarstovan

Lise Helen Ofstad

Kanna um veiðan eftir gulllaksi undir Føroyum er burðardygg.
Gera vísindaligar kanningar av gulllaksi í føroyskum sjógvi:
- Brúka tilfar, sum longu finst um gulllaks, og savna saman nóg mikið av lívfrøðiligum tilfari, so tað ber til at gera eina stovnsmeting. Hetta fyri at fáa meira vitan um nøgdir, møguleikar, avmarkingar, stovnsuppbýti og við hvørjum veiðutrýsti gulllaksatilfeingið verður gagnnýtt burðardygt.
Royndin/verkætlanin ætlast at byrja  1. januar 2006 og at enda  31. desember 2008.   

200600031

A

302.000

Kanning av koralløkjum

Fiskirannsóknarstovan

Kristian Zachariassen

At skráseta koralløkini við Føroyar. Tað vil siga at skráseta, hvar korallir eru, og hvar korallir hava verið, men nú eru burtur, orsakað av troling. Hetta verður gjørt við einum undirsjóvarkamera, sum verður hongt niður úr einum skipi.
At kannað djóralívið við eina korall við at leggja eitt kamera á botn og hava kaðal upp til skipið.
Í sambandi við samrøður við skiparar, hava hesir teknað í kort, hvar korallir eru, og hvar tær hava verið, men nú eru burtur, orsakað av troling. Síðani hava nakrir útvaldir skiparar víst á nøkur øki, har korallir eru enn. Hetta tilfar verður nýtt sum útgangsstøði, tá upptøkur verða gjørdar.
Við hesi verkætlanini er ætlanin fyrst at kanna tey stongdu økini. Fyrsta árið skulu kanningarnar á Suðuroyarbankanum gerast lidnar og harafturat skulu nakrir dagar nýtast á Munkagrunninum. Í 2007 skulu tær seinastu upptøkurnar á Munkagrunninum gerast. Í 2008 skal økið vestan fyri Ytra Banka filmast, og um nøkur tíð er eftir, skal hon nýtast til at filma í kantinum á Føroyabanka.
Eisini er ætlanin at leggja eitt kamera á botn fyri at kanna djóralívið við eina korall nærri. Hetta kann geva okkum týdningarmikla vitan um lívið við eina korall.  
 (Í 2003 og 2005 vóru undirsjóvarupptøkur av botninum gjørdar í tveimum økjum).
Royndin/verkætlanin ætlast at byrja 1. mars 2006 og at enda 31. desember 2008.

200600033

PhD

PhD

300.000

Collagen and Gelantin from Faroese Fish

Biotøknikjarnin

Jonhard Eysturskarð

The aim of the present PhD project is to process-optimize the extraction of gelatin from Faroese cod, haddock, saithe, blue whiting and salmon, to make gel-characterizing physico-chemical and rheological analyses of the produced gelatin and to compare the investigated parameters with gelatin extracted from beef, pig and fish species.
Additionally, our focus will be on methods (e.g. gelatin biopolymer complexes; use of transglutaminase), which potentially could improve the gelling strength, viscoelastic properties and melting temperature of coldwater fish gelatin. The goal is to produce gelatin with a broad spectrum of characteristics that is industrially competitive.
Royndin/verkætlanin ætlast at byrja 1. januar 2006 og at enda 31. desember 2008 (3 ára PhD verkætlan).

 

200600034

PhD

PhD

95.000

Stórmeskaðum flótitrolum

Vónin

Bjarti Thomsen

At fáa ein PhD lesandi at granska í ávísum tættum innan pelagiskt trol, so at vitunarstøðið á hesum øki kann hækka og harvið betra um møguleikar fyri framleiðslu og brúki av stórmeskaðum trolum. Hetta vil gera føroyska vinnu á hesum øki meira effektiva og kappingarføra. Sí annars hjálagda skriv.
Tey seinnu árini hava vit sæð stórar broytingar í tí pelagiska fiskiflotanum. Nýggj stór skip eru komin í flotan og stór menning hevur verið innan tøkni og fiskireiðskap. Trolini eru í dag fleiri hundrað metrar long og kunnu við sínum stóra gapi síla ógvusligar nøgdir av sjógvi. Ein fyritreyt fyri hesum er, at stórir meskar (upp í 128 m) eru fremst í trolinum og at hesir minka líðandi aftur ígjøgnum trolið.
Menningin av hesum trolum hevur mest verið við at royna seg fram og lítil verunlig gransking liggur aftanfyri. Eitt nú er lítil vitan um, hvussu fiskur ber seg at í mun til sílingina í meskunum og menn eru t.d. ójavnir á máli um, hví fiskur viðhvørt stendur í meskunum. Tað er lítið at ivast í, at gransking innan hetta økið kann føra til nýggja vitan, sum  kann stuðla undir framleiðslu og nýtslu av effektivari og orkusparandi trolreiðskapi.
Royndin/verkætlanin ætlast at byrja 1. juli 2006 og at enda 30. juni 2009 (3 ára PhD verkætlan).

 

200600883

V

V

305.000

Árinskanningar skjeljar

O.C.Joensen

Una Matras

Vísa um skjeljadregging hevur nakra beinleiðis – stutt- og langtíðar ávirkan á djórasamfelagið á botninum. Kannað verður um broytingar eru í fjølbroytni og um tættleikin av teimum ymisku sløgunum broytist. Eisini verður kannað, í hvønn mun dýrini fáa skaða av at koma í beinleiðis samband við skjeljadregging.
Royndin/verkætlanin ætlast at byrja 1. februar 2005 og enda 31. des. 2007. 

 

200600038

V

V

220.000

Góðskumeting av ráfiski

QC v/D. Í Ólavsstovu

D. Í  Ólavsstovu

Lyfta góðskustøðið á ráfiski, sum er landaður í Føroyum - uppnáa optimala góðsku av ráfiski.
Lýsa ymiskar møguleikar fyri, hvussu ein nøktandi skipan kann síggja út til góðskumeting af ráfiski,  landaður í Føroyum. Góðskumeting í fyrsta søluliði, søla umvegis telefonuppboðssøluna.
Menna ein leist fyri góðskumeting av ráfiski.
Ein leistur, sum gevur eina nøktandi mynd av hagreiðing og góðsku av ráfiski.
Avprøva møguliga skipan í praksis, tillaga skipanina og finna felagsnevnarar, vinnuligar og politiskar – Við støði í teimum ymisku áhugamálunum sum einstøku partarnir hava í hesum máli, er ætlanin stigvíst at menna/tillaga og royna brúkbara skipan í praksis; eina skipan, sum verkætlanin kann mæla til, verður sett í verk. Ein skipan, sum lyftir góðskustøðið upp á eitt optimalt støði. Eina skipan tilpassað altjóðagerðini, hvat viðvíkur handli av fiski og handilsnormum.
Hyggja eftir møguleika fyri eini talgildari góðskumetingarskipan, sum kann knýtast saman við DNS skipanini, verkætlan undir Bitland.
Projektið verður at koyra yvir 2 ár, tí nógvir partar eru innvolveraðir – breið semja skal til, um felags niðurstøða skal kunna uppnáast (búningartíð).
Royndin/verkætlanin ætlast at byrja 1. januar 2006 og at enda 1. desember 2007 (longd við einum ári til 31. des. 2008).

 

200600881

PhD

PhD

231.000

Heilsuárin av sjómati

Marin Strøm

Marin Strøm

At kanna um n-3 fitisýrur, ið finnast í fiski, kunnu verja ímóti sjúku. Hugsast kann, at úrslitini fara at skjalprógva nakrar av fyrimununum av náttúrutilfeinginum í Føroyum. Tær sjúkur serligur dentur verður lagdur á eru hjartasjúkur og eftirføðingartunglyndi ella postpartum depressiónum (PPD).
Royndin/verkætlanin ætlast at byrja í 1. mai. 2005 og enda 30. apríl 2008.   

 

200600882

PhD

PhD

70.000

Phd in economic science

Zvonko Mrdalo

Zvonko Mrdalo

The principal aim of the PhD study is to look at the optimum government take in fishery and petroleum industry based on existing fiscal (tax) regimes. Both fishery and petroleum industry have different but nevertheless considerable share of GDP at the national level, and for such reason it is important to make comparisons using sensitivity analysis before making meaningful conclusions. The time dimension also must be accounted, as well as various incentive schemes created by government take, which if at the optimum level can bring fruitful results. As far as fishery part of the study is concerned, it will also try to look into more specific sub-groups within fishery; deep sea fishing, trawlers, long-lines as well as  the issue of sustainable fish-farming activity. Such issue is of outmost importance for the Faroe Islands economy given the fact of its share in GDP.
On the end, we hope to answer the most important question of sustainable activity within natural resources exploitation (fishery & oil) using economic analysis which will ultimately determine the government role and contribution towards such desirable activity, including other participants within the industry.
In other words, the study will show what would be the (Faroese) government optimum policy concerning collection of economic rent in the fish and oil industry.
Royndin/verkætlanin ætlast at byrja 1. januar 2005 og enda 31 des. 2009. 

 

200600883

PhD

PhD

193.000

Nýskapan í Fiskivinnuni

Granskingardep.

Rúna Hjelm

At lýsa hvønn týdning nýskapan hevur fyri kappingarføri í fiskivinnuni.
Endamál við verkætlanini:
Verkætlanin skal geva svar uppá, hvussu nýskapanarstøðið er í fiskivinnuni í dag. Eisini skal hon greina nærri útvaldar fynitøkur og reiðarí, íð eru serliga nýskapandi.  Somuleiðis er endamálið at kanna, hví summar fyritøkur/reiðarí eru nýskapandi og aðrar ikki?
Nýskapanartiltøk, ið eru gjøgnumførd í hesum fyritøkum/reiðaríum, verða síðani flokkað í umstillingar/rationaliseringar ella størri nýskapanir. Millum annað skal verkætlanin koma fram til, hvørji úrslit stóðust av hesum tiltøkum, og um kappingarførið gjørdist betri. Harafturat hevur tað týdning at lýsa nærri, hvør í fyritøkuni hevur gjøgnumført tiltøk, samstarvsfelagar og netverkið hjá fyritøkum/reiðaríum, umframt onnur viðurskifti, ið hava týdning fyri at eydnast við nýskapanini.
Royndin/verkætlanin ætlast at byrja í 1. jan. 2005 og enda 31. des. 2007. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

J. Nr.

 

 

Játtað

2007

Navn

Verkætlanarumsitari

Verkætlanar-leiðari

Stutt um endamálið við verkætlanunum:

 

 

 

    Tilsamans:

2.585.768

Nýggjar verkætlanir

 

 

200601911

A

137.750

DEGREE

Fiskirannsóknarstovan

Kristian Zachariassen

At menna trolreiðskap, sum fer betri við umhvørvinum enn verandi trolreiðskapur.
Tilvitanin um hvussu ymiskur fiskireiðskapur fer við umhvørvinum er størri nú, enn hon nakrantíð hevur verið. Handilsketur eru byrjaðar at spyrja meira um fiskin, sum tær keypa. Hetta ger at krøvini til, hvussu fiskurin verður fiskaður, gerast størri.
Við at vera við í slíkum verkætlanum fæst atgongd til ymiskan útbúna, sum ikki er tøkur her hjá okkum umframt at sambond verða knýtt, sum ofta eru til stóra nyttu seinni í øðrum verkætlanum.
Verkætlanin (framhald) byrjaði 1. februar 2006 og heldur á fram til 1. februar 2009 (2 ár).  

 

200601889

(PhD)

A(PhD)

 

 

 

 

 

 

 

 

340.000

Nebbasild á Føroyska landgrunninum

FRSv/HjJ

Kirstin Eliasen

Verkætlanini skal lýsa og savna saman vitan um lívfrøðina og atburðinum hjá nebbasildini, umframt at gera vistfrøðiligar metingar av týdninginum hjá hesum fiskaslagið á Føroyska landgrunninum, við atliti at hennara føðsluvirði sæð í sambandi við hennara predatorar, t.d. tosk, hýsa og upsa.
Útbreiðsla, val av habitat, tættleiki, gýtingartíðarskeið, stovnssamanseting av artum, kyni og aldur/longd, árligar og landafrøðiligar variatiónir í orkuinnihaldi, dagliga og árliga ferðingarmynstrið upp úr og niður í sandin, umframt føði og føðival hjá nebbasildini á føroyska landgrunninum, eru spurningar, ið hendan verkætlanin hevur til endamáls at svara.
Ætlanin er at byrja verkætlanina 1. febr. 2007 og gongur hon fram til 1. febr. 2010 (3 ár, men FVR hevur bert játtað til ein lítlan part til fyrsta árið til eina "undanverkætlan").

200601898

FÁ+B

V

500.000

DNTS

P/F Føroya Sporførisskipan

Steinbjørn í Dali

Endamál felagsins er at menna, gera og reka eitt talgilt undirstøðikervið til sporførar skrásetingar frá fiskivinnuni. Annað høvuðsendamál er at brúka undirstøðikervið til aðrar talgildar tænastur . Føroya Sporførisskipan fer eisini at gera ein portal við tilfari um sporføri.
Hendan verkætlanin, sum stuðul er søktur um, byrjar í januar 2007 og heldur á fram til 31. desember 2007, men DNTS verkætlanin heldur fram eisini í 2008.
(Hon er framhald av verkætlan av sama navni, J.Nr. 200600035, sum byrjaði 1. januar 2006)

200601887

RFS

(V-gr.)

V

300.000

Menning av eftirgjørdum agni (Vinnugranskari)

Havsbrún

Arni Petersen

Høvuðsendamálið:
At menna eitt ella fleiri eftirgjørd agn til føroysku fiskivinnuna, sum eru kappingarfør og løtt at handfara hjá vinnuni.
Fyri at náa høvuðsendamálinum eru fylgjandi undirendamál:
1) At savna inn vitan, sum longu finst hjá fiskivinnuni í Føroyum um agn og agnnýtslu.
2) At kanna og lýsa hvørji evni gjara út frá øgnum, ið verða nýtt undir Føroyum.
3) At kanna og lýsa hvat agn ella eftirgjørt agn er best at nýta til ávís fiskasløg undir Føroyum.
Verkætlanin byrjar 1. januar 2007 og gongur fram til 31. desember 2009 (3 ár)

 

200601909

V

V

250.000

Kryvjimaskina

J.K.Joensen og Sonur

Jørgin Bech

Endamálið er at koma fram til eina loysn – einari nýggjari kryvjimaskinu, sum er væl bíligari enn tann dýra Baader maskinan, og kemur at taka nógv minni pláss. Kryvjimaskinan hevur uppskotið hjá Jørgin Bech sum útgangsstøði.
Kryvjimaskinan skal bæði vera nýtilig til størru trolararnar, men eisini til smærri skipini.
Mett verður, at stórur tørvur er á slíkari maskinu bæði í Føroyum, men ikki minst uttan fyri Føroyar.
Verkætlanin byrjar 1. jan 2007 og gongur til 31. des. 2007.

 

200601899

V

V

200.000

Livramaskina

R.N.Maskinverkst.v/R. Nielsen

Bárður Isaksen

At menna eina maskinu, ið sjálvvirkin á ein serligan hátt – í fyrsta verkætlanarskeiði – kann skilja livradeilir frá øðrum fiskainnvølum, og sum seinni gevur møguleika at skilja annan innvøl so sum rogn, magar og annað frá eisini.
Verkætlani byrjar 1. jan. 2007 og gongur til 31. des. 2007.

 

200601908

V

V

200.000

Kassamerking

Com-Data

Katrin á Fløtti Jacobsen

At pilot testa nýggja mannagongd, merking og skráseting av rávøru frá skipi inn á virki umvegis landingarmiðstøð og møguligan fiskamarknað.
Tá endamálið er rokkið, fer tað millum annað at geva vinnuni møguleika at halda settar fyriskipanir frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um m.a. merking av fiski.
Eisini er ætlanin at skriva eina stutta almenna (best practice) rapport.
Verkætlanin byrjaði í januar 2006 og heldur á fram til 31. desember 2007. 

200601915

V

G

150.000

Innspræning

Gr.-kjarnar v/Helga Nolsøe

Helgi Nolsøe

Gera royndir við prototypu saman við Norðís/Kósini, sum skal vísa, hvussu ein endalig loysn skal gerast. Royndir verða gjørdar við einum nýggjum hátti  at spræna upployst proteinir og laka inn í fisk og kjøt, sum kann koma í staðin fyri ta innspræning, sum verður gjørd við innspræningarmaskinum við holnálum (injectorum).
Royndirnar skulu gerast við at umbyggja eitt lakaband hjá Norðís. Lakabandið verður samanbygt við útgerð, sum skal útvegast til endamálið.

 

200601891

FÁ+B

(Phd)

PhD

250.000

Sustainable managment

Jens Chr. S. Justinussen

Jens Chr. S. Justinussen

The purpose of the study is twofold – both theoretical and practical.
First I want to conceptualize the problem of sustainable management from a new angle - a time perspective - to see if this can contribute to a better understanding of the general problem of ‘the commons’. Ideally this would contribute to a theoretical development and a new understanding of how issues of sustainable resource management can be better handled.
Second I hope this will contribute to solving the particular problem in the Faroe Islands and ideally be a tool to help set up guidelines for how the problem can be practically solved.
Verkætlanin (framhald) byrjaði í januar 2006 og heldur á fram til 31. desember 2008.   

200601897

HTU

(p.Doc)

pD

258.000

Sjóstøðu ávaringarskipan

Fróðskaparsetur Føroya
v/Hans Paula Joensen, megindeildarráðsformaður

Knud Simonsen, PhD, Lektari

Høvuðsendmálið er at menna eina sjóstøðu ávaringarskipan, sum sendir fráboðan til ymsar skipabólkar, ið  verða flokkaðir í mun til stabilitetin hjá teimum. Eitt numeriskt aldumodel verður brúkt til at
a) kanna hvørja ávirkan sjóvarfalsrákið hevði á sjóstøðuna  á føroyska landgrunninum í minst 4 óveðurshendingum seinastu 5 árini
b) kanna hvørja ávirkan rákið hevur á ávaringar kriteri’ini, sum verða nýtt m.a. av  Siglingarstofnun Islands og eru í uppskoti til IMO
-umframt at útgreina, hvussu ein sjóstøðu ávaringar skipan kann gerast operativ í Føroyum.
Verkætlanin byrjaði í januar 2006 og heldur á fram til 31. desember 2008 (2 ár).

 

Styttingar:

 

DEGREE: Development of fishing Gears with Reduced Effects on the Enviroment

DNTS:            Digital National Traceability System

FÁ:                 Fiskiskapur við ábyrgd

FRS:              Royndarveiða, framleiðsla og søla

V:                   Virðisøking av fiski

B:                   Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni

HTU:               Heilsa, trygd og umhvørvi

 

Phd: PhD-verkætlanir

pD: Post Doc-verkætlan

G: Granskingarkjarnurnar (biotøkni, framleiðslutøkni og reiðsskapstøkni)

A: Almennar verkætlanir

V: Vinnuverkætlanir

 


Leita

Melda til tíðindabræv
Navn:

 
T-post:


Innritað
Navn:

Loyniorð:
 
Fiskimálaráðið
Jákup Mørkøre
Samskipari í Fiskivinnugransking
Heykavegur 6A
Postsmoga 347
FO-110 Tórshavn
Telefon: 35 30 30/35 32 48