Umsóknartreytir 2010Print

Alment


Allar umsóknir skulu verða á Umsóknarbløðunum hjá FVG fyri 2010.doc. Harumframt skulu umsóknir sendast inn til samskiparan teldutøkar. Telduposturin er jakupmo@fisk.fo   

 

Allir teigarnir í umsónkarblaðnum skulu fyllast út.
Umsøkjarin kann vísa til viðlagt fylgisskjal við neyvari frágreiðing um verkætlasnina. Nýtir umsøkjarin henda møguleika, skal ein stuttur samandráttur (summary) standa í umsóknarblaðnum saman við tilvísingini. Verkætlanin skal verða nøktandi lýst í sjálvari umsóknini.

 

Er umsóknarblaðið ikki fullnøktandi fylt út og hjálagt eru neyðug skjalprógv, verður umsóknin mest sannlíkt avvíst.

 

Gjørt verður eitt „faktablað“ um hvørja einstøku verkætlan. Hetta verður almannakunngjørt (t.d. á heimasíðuni). Faktablaðið kemur at fevna um teigarnar 1,2,3,9,12,13,15 og 18. Umsøkjarin verður tí biðin um at senda samskiparanum í fiskivinnugransking umsóknina elektroniskt til hetta endamál.

 

2. Viðmerkingar til einstøku teigarnar

 

Teigur

nr.

Heiti

Vegleiðing

 

 

Søkt verður um

Fiskivinnuroyndir hevur nú tvær stuðulsskipanir.

Tann eina og mest vanliga er skipanin til ymiskar verkætlanir innan gransking og menning.

 

Hin skipanin snýr seg um vinnugranskarar.

Sama umsóknarblað skal nýtast. Víst verður til serstakt skjal um Vinnugranskaraskipanina.

1

Heiti á verkætlanini

Verkætlanin skal hava eitt sigandi navn, umframt eitt stutt hjánavn.

 

2, 3

Byrjunar- og endadagur

Dagurin royndin/verkætlanin fer í gongd, og nær hon ætlast at enda.

 

4,5,6,7

Stuðul  úr FVR

Hvørt árið er kalendarárið. Mett verður um stuðulstørvin úr Fiskivinnuroyndum hvørt kalendarárið sær.

 

8

Innleiðningur/Bakgrund

 

Greiðast skal frá bakgrundini fyri verkætlanini, hví farið verður í holt við hana. Stutt frágreiðing um tøku vitanina, sum er um evnið, og hvørjir spurningar standa eftir av verða svaraðir.

 

9

Endamál við royndini/verkætlanini

Endamálorðingin skal verða ein neyv og stutt lýsing av, hvørjir spurningar ella „problemstillingar“ royndin/verkætlanin ætlast at geva svar uppá. Ikki meira enn eini 100 – 150 orð skulu skrivast í umsóknarskjalið.

Ofta er skilagott við einum fylgskjali, har endamálið verður lýst breiðari og djúpari enn pláss er til í oyðiblaðnum. Endamálsorðingin hevur stóran týdning, tí allar eftirmetingar av tí, sum gjørt er, koma at taka støði í hesum endamáli.

10

Yvirlit yvir royndina/verkætlanina í síni heild

Um umsøkjarin metir, at tørvur er á at greina verkætlanina nærri, kann tað gerast í hesum teigi.

 

Um royndin/verkætlanin fevnir yvir fleiri ár, skal eitt heildaryvirlit gerast, sum lýsir samlaða virksemið býtt yvir ár.

 

11

Yvirlit yvir virkemi og tíðarætlan

Hetta yvirlit skal geva ein greiða mynd av, hvat tað er fyri virksemi, sum ætlanin er at fara undir. Hvør ger hvat, hvussu stórt er hetta arbeiði, og nær verður tað gjørt. Tað ber til at leggja hetta við sum fylgiskjal (evt sum Ghant-kort), um tað tykist ov drúgt til oyðiblaðið.

 

12

Umsøkjari/

verkætlanarumsitari

Navn, bústaður , tlf. og t-postur á tí (stovni ella fyritøku), sum hevur umsitingarligu ábyrgdina av verkætlanini um hendi. Viðkomandi hevur evstu ábyrgd av verkætlanini.

 

13

Verkætlanarleiðari

 

Navn, bústaður, tlf., fax, e-mail, CV ella frágreiðing um, at viðkomandi er fakliga egnaður at leiða verkætlanina.

 

14

Stýrisbólkur (ella fylgibólkur)

Sum aðalreglu skal einhvør verkætlanin hava ein stýrisbólk. Í stýrisbólkinum sita umboð fyri partarnar í verkætlanini. Uppgávan hjá stýrisbólkinum er at hava yvirskipaðu leiðsluna av verkætlanini. Eitt nú skal stýrisbólkurin fylgja við, at verkætlanin gongur sum ætlað og leverar tey úrslit (“deliveries”), sum ætlað og tryggja, at frágreiðingar og roknskapir vm.verða gjørd og innsend til tíðina (hálvár og heilár).

 

Tað er ikki nakað krav at hava ein fylgibólk, men í summum førum er hann av týdningi fyri verkætlanina. Fylgibólkurin hevur ikki nakran leiðandi leiklut í verkætlanini og í honum sita ofta umboð fyri fyritøkur, stovnar og onnur, sum metast at hava áhuga í úrslitunum, og sum eru sinnaði at nýta tey.

 

Fyri verkætlanir, sum verða riknar av vinnufyritøku og einstaklingum skal greiðast frá, hvussu almenna granskingarumhvørvið kann fylgja við og fáa innlit í verkætlanina. Fyri vinnurættaðar verkætlanir, sum almennir stovnar reka, skal greiðast frá, hvussu viðkomandi vinna kann fylgja við og fáa innlit í verkætlanina.

 

Partarnir, sum eru við í stýrisbólki ella fylgibólki, skulu skjalprógva sín áhuga í verkætlanin við til dømis einum áhugaskrivi (letter of interest), sum skal sendast inn saman við umsóknini.

 

15

Samstarv í Føroyum og uttanlanda

Har fleiri partar eru í royndini/verkætlanini verður upplýst, hvørjir partarnir eru, og hvønn leiklut hvør einstakur partur hevur.

 

Samstarvið skal skjalprógvast í áhugaskrivi (letter of interest), sum skal sendast inn saman við umsóknini.

 

16

Kostnaðarætlan fyri alt tíðarskeiðið

Gjørt verður upp hvørt árið sær, hvat royndin/verkætlanin væntast at kosta. Niðanfyri eru nakrir postar útgreinaðir til hetta brúkið. Metta eginavrikið eigur at setast í kostnaðarætlanina.

 

Fyritøkur eigur at taka hædd fyri kostnaðinum av árligari grannskoðan.

Hædd eigur somuleiðis at verða tikin fyri møguligari útgávu av verkætlanarfrágreiðing (rapport).

 

Kostnaðarætlanin eigur at verða eftirmett, tá verkætlanin fer í gongd, tí tá veit ein meira ítøkiligt, um teir ymisku mettu útreiðlsupostarnar koma at halda.

 

Tað hevur stóran týdning, at tað gongur fram av frágreiðingini, hvussu ein hevur roknað út allar týðandi útreiðslupostar.

 

GG: Samlaði kostnaðurin av verkætlanini undir 16 skal vera “lik við” summin av kostnaðinum undir 17 og 18!

 

17, 18

Virðismett eginavrik og kontantfígging

Virðismett eginavrik skal skjalprógvast (hvussu hesin er úrtroknaður), og tað skal ganga fram av umsóknini, hvønn part av verkætlanini eginfígging fíggjar.


Tað hevur stóran týdning, at fígging, sum ikki er stuðul úr FVR, verður skjalprógvað. Um ikki, so eigur tað at verða tilskilað, hvar aðrastaðni søkt er um stuðul.

 

19

Væntanadi úrslit

Frágreiðing um hvørji úrslit væntast. Hvat er ”produktið” sum verkætlanin ætlar at framleiða:

  • Tól, amboð, maskina
  • Softwareloysnir, aðrar menningarloysnir
  • Granskingarúrslit (vísundaligar greinar)
  • Onnur vitan
  • Hvussu fær almenningurin kunning um úrslitið av verkætlanini

 

Hvussu verða úrslitini  implementeraði í fiskivinnusektorinum og annars miðlaði út til brúkaran og onnur áhugaði (rapportir, fyrilestrar, greinar v.m.) 

 

Metast skal eisini um, hvørja ávirkan úrslitini kunnu fáa á kappingarførið í fiskivinnuni

 

20

Meting umsøkjarans

Biðið verður um, at umsøkjarin ger eina meting av, hvat raðfest øki í programminum umsóknin fellir innan og annars, hvørji argumentir eru fyri, at Fiskivinnuroyndir eigur at stuðla verkætlanini.


Tað er av týdningi, at henda grundgeving er væl grundað, og at dentur er lagdu á eisini at nøkta fleiri av ynskjunum hjá Fiski­vinnuroyndum, sum eru víst aftast í hesum skjali

(sí "Fyrimunir í sambandi við viðgerðina" undir pt. 5).

21

Fylgiskjøl

Listi yvir møgulig fylgiskjøl

 

22

Undirskriftir

Stjórin á stovninum/fyritøkuni undirskrivar (ábyrgd)

 

 
 

3. Uppseting av kostnaðarætlan


Útreiðslupostar

Í sambandi við meting av kostnaði av royndini/verkætlanini kunnu hesir útreiðslupostar brúkast:

3.1 Lønir                                                   sí niðanfyri

3.2 Rakstrargjald:                                      ofta 10-15% - max. 25 % av lønarsumminum, sí niðanfyri

3.3 Keyp av vørum og tænastum:               sí niðanfyri     

3.4 Leiga/keyp av maskinum/tólum o.ø.:     sí niðanfyri

3.5 Ymiskt:                                                3% av subtotal

 

3.1 Lønir

Sum aðalregla skulu bruttolønarútreiðslurnar nýtast. Lønirnar skulu ásetast sambært galdandi sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Fyri fólk, sum verða sett á almennum stovnum, verður víst til sáttmálarnar Fíggjarmálastýrið hevur við fakfeløgini (sí www.lnd.fo). Fyri fólk, sum verða sett í starv á fyritøkum, verður víst til sátt­málarnar millum fakfeløgini og arbeiðsgevarafeløgini (sí www.industry.fo).

 

Leggið til merkis, at sáttmálarnir viðgera nettoløn, meðan bruttolønin skal verða nýtt, tá kostnaðar­ætlanin verður sett upp (tað viðkomandi kostar arbeiðsgevaranum íalt). Sostatt skal ein minnast til útreiðslur til ALS, arbeiðgevaragjøld, eftirløn vm..

 

Í ávísum førum kann talan gerast um eina viðbót fyri áramálssetan. Víst verður í so fall til partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

 

3.2 Rakstrargjald (overhead)

Rakstrargjaldið er ein samsýning fyri hesar tænastur:

  • Arbeiðspláss til projektleiðara og hini, tvs. vanligir skrivstovuhentleikar (telda, telefon skrivaraborð vm.) umframt møguliga atgongd til bil, serlig klæði og annað.
  • umsiting (samskifti, bókhald, grannskoðan vm.)
  • brúk at hentleikum (el, hiti, trukkar, areal, ymiskum tólum vm.)

3.3 Keyp av vørum og tænastum

Hetta eru vørur og tænastur, sum ikki eru fevndar av rakstrargjaldinum, og sum eru neyðugar og serstakar fyri royndina/verkætlanina. Tað kann verða

  • keyp av servitan uttanhýsis 
  • kanningarúrslit
  • ferðaútreiðslur
  • útgáva
  • annað 

3.4 Leiga/keyp av maskinum/tólum o.ø.

Er neyðugt fyri royndina/verkætlanina at nýta tól, maskinur, amboð(hardware) ella software, sum fella uttanfyri rakstrargjaldið, skal hetta setast á kostanaðrætlanina undir leigu/keyp av maskinum/tólum o.ø. Tað áliggur verkætlanarleiðsluni at velja bíligastu loysnina so sum at leiga tól/maskinur ella gera royndina, har maskinur eru tøkar (t.d. uttanlanda).

 

Í metingini av umsøknum eigur at verða hugt at íløgusíðuni. Tað verður mett rímiligt at krevja at reiður peningur og/ella virðismetta eginfíggingin stendur mát við íløguna.

 

4. Uppseting av fíggjarætlan

Fíggingarkeldurnar eru í høvuðsheitum býttar í trý:

  • Eginfígging, sí niðanfyri
  • Fiskivinnuroyndir
  • Onnur fígging (aðrir føroyskir grunnar, norrønir grunnar ella altjóða grunnar ella onnur ekstern almenn ella privat fígging).

Eginfíggingin er tann fígging, luttakandi partarnir sjálvir leggja í verkætlanina. Talan kann verða um reiðan pening ella at avrikið, sum luttakandi partarnir sjálvir leggja í virksemið, verður virðis­mett (kapitaliserað). Hvussu eginavrikið verður mett skal framganga av umsóknini.

 

4.1 Virðismeting av eginavriki.

Hetta fevnir um virðisáseting av:

  • Arbeiðstímum brúktir verða av luttakandi í verkætlanini (útgreinast)
  • Fundartímar
  • Ferðatímar
  • Beinleiðis útreiðslur av ferðing (ferðaseðlar, kostpengar vm)
  • Rávøra vm.

5. Fyrimunir í sambandi við viðgerðina:

  • At nógvir samstarvsfelagar luttaka í verkætlanini
  • At verkætlanin fevnir um bæði almennar stovnar og fyritøkur
  • At talan er um eina verkætlan, sum bæði inniheldur gransking og menning
  • At eginfíggingin er stór
  • At onnur fígging enn Fiskivinnuroyndir luttekur eisini
  • At verkætlanin er knýtt at ella er partur av norrønum ella altjóða verkætlan
  • At verkætlanin integrerar fiskiskap, framleiðslu og sølu
 


Leita

Melda til tíðindabræv
Navn:

 
T-post:


Innritað
Navn:

Loyniorð:
 
Fiskimálaráðið
Jákup Mørkøre
Samskipari í Fiskivinnugransking
Heykavegur 6A
Postsmoga 347
FO-110 Tórshavn
Telefon: 35 30 30/35 32 48