Programm 2009-2012
Stevna
Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.
Raðfest øki
Burðardyggur fiskiskapur
Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar, t.d.:
- at menna tøkni, ið fer varliga við umhvørvinum og minkar um orkunýtsluna pr. kg ráfisk
- at menna vitanina um fiskalívfrøðina
- at menna skipanir fyri máting av fiskiveiðiorku
Royndarveiða og virðisøking av fiski
Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar, t.d.:
- royndarveiða eftir fiskasløgum, sum ikki verða gagnnýtt sum er
- at fáa størri part av tilfeinginum til matna og finna marknaðir
- at lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at fáa alla veiðu til høldar
- at gera lívtøkni til sjálvsagdan part í gagnnýtslu av havtilfanginum
- fáa fram og nýta eginleikarnar, sum havtilfeingið hevur á fólkaheilsuna
- at menna talgildar loysnir, sum betri skjalfesta sporføri og økja um vitanina um tilfeingi, fiskiskap og framleiðslu
Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni
Hetta kunnu vera fyrisitingarligar, fíggjarligar, hagfrøðiligar, samfelagsligar ella búskaparligar kanningar ella greiningar, sum leggja afturat okkara vitan um fiskivinnuna, og harvið menna grundarlagið undir vinnuligum politiskum avgerðum t.d.:
- tilfeingisbúskapur og fyrisiting
- avgerðarrættur og ognarskapur í fiskivinnuni
- skipan av framtíðar fiskiskapi og flota undir Føroyum
- ferðafólkafiskiskapur – hvussu skipa hesa vinnu, soleiðis at sum mest fæst burturúr
|