Fiskivinnuroyndir 2010
Lýsing eftir umsóknum
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
- Burðardyggur fiskiskapur
- Royndarveiða og virðisøking av fiski
- Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni
Innanfyri høvuðsøkini verður í ár lagdur dentur á at fáa verkætlanir, sum kunnu hava orkusparing við sær.
Serligur dentur verður lagdur á, at:
- vinnan tekur lut í verkætlanini
- eginfígging ella onnur fígging er
- samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands.
- at verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50%.
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta.
Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. okt. 2009, kl. 12:00
Meira fæst at vita:
Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo
Áhugaði eru vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara við møguligum spurningum.
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2010.
Jákup Mørkøre, samskipari
tlf.: 35 30 30 / 35 32 48
fartel.: 55 32 48
t-post: jakupmo@fisk.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Heykavegur 6A
FO-110 Tórshavn
|