Føroyar fáa atlimaskap í FP7 (des. 2007)!Print
 width= 05-12-2007 Føroyar fáa atlimaskap í sjeyndu granskingarrammuætlan hjá ES


ES kommiserurin í granskingarmálum, Janez Potocnik, hevur á fundi við Jóannes Eidesgaard, løgmann í dag givið politiskt lyfti um føroyskan atlimaskap í ES granskingarskipanini FP7. Løgmaður fegnast um hetta framstig, tí atlimaskapurin í FP7 fer at hava stóran týdning fyri gransking í Føroyum.

Á fundinum í dag førdi Løgmaður fram, at rúm átti eisini at vera fyri smátjóðum í Evropiska bygnaðinum fyri gransking, ið fevnir um øll lond frá Íslandi til Turkalands. Løgmaður legði dent á, at Føroyar hava heimild at gera sáttmálar við aðrar tjóðir og altjóða stovnar í yvirtiknum málum. Løgmaður vísti eisini á, at luttøka í granskingarskipanini ikki átti at vera grundað á støddina á londum, men heldur á granskingarførleika og -úrslit.

ES kommiserurin segði seg skilja væl støðu Føroya sum lítil tjóð, umframt tað at Føroyar liggja so avbyrgdar í Atlantshavinum. Hann segði, at nógv hevði staðið á í tilgongdini higartil, og at hetta hevði verið ein sera trupul politisk avgerð. So mikið meira fegnaðist hann um, at partarnir nú kunnu koma víðari í málinum, at Føroyar gerast javnsettur partur í FP7.

Gongdin verður nú, at ES Nevndin leggur eitt uppskot til samráðingarheimild fyri Ráðharraráðið. Eftir at samráðingarheimildin er góðkend, fara Føroyar og ES undir samráðingar um ein sínámillum sáttmála, ið ásetur, at Føroyar verða atlimur í FP7. Sáttmálin verður síðan lagdur fyri Ráðharraráðið og Løgtingið til góðkenningar.

Orsøkin til at fundurin var á politiskum stigi, var at partarnir ikki komu longur á embætisstigi.

Føroyar tóku á fyrsta sinni spurningin upp við ES í 2004, og síðani hevur ein røð av fundum verið á embætisstigi til tess at finna rætta løgfrøðiliga grundarlagið undir einum slíkum samstarvi.

Við í føroysku sendinevndini vóru:

Jóannes Eidesgaard, løgmaður
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri
Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttanríkisdeildini
Hákun J. Djurhuus, sendimaður Føroya í Evropasamveldinum
Hanna í Horni, sendiritari á sendistovu Føroya í Evropasamveldinum

 


Leita

Melda til tíðindabræv
Navn:

 
T-post:


Innritað
Navn:

Loyniorð:
 
Fiskimálaráðið
Jákup Mørkøre
Samskipari í Fiskivinnugransking
Heykavegur 6A
Postsmoga 347
FO-110 Tórshavn
Telefon: 35 30 30/35 32 48