Mannagongdir í samband við viðgerð av umsóknum
- Játtanin verður alment lýst leys at søkja um stuðul til verkætlanir. Umsøkjarar kunnu verða fyritøkur, stovnar ella einstaklingar ella samstarv millum hesi.
- Lýst verður leyst eina (ella tvær) ferð árliga til ein ásettan dag. Fyrra umfarið er aðallýsingin eftir umsóknum, og liggur hon um heystið/veturin árið fyri játtanin er galdandi, meðan (møguliga) seinna umfarið liggur beint undan summarfrítíðina. Henda er ein ískoytislýsing.
- Í sambandi við lýsingina verður lýst eitt programm fyri játtanini, sum sigur frá á hvørjum fakøkjum stuðul verður latin.
- Frá tí lýst verður og til freistin er farin, er samskiparin í fiskivinnugransking tøkur til at ráðgeva umsøkjarum. Henda ráðgeving heldur uppat sama dag freisitin er.
- Umsóknirnar verða journaliseraðar og umsøkjarin fær eitt svar um móttøku av umsóknini.
- Umsóknirnar verða síðan latnar limunum í stýrisbólkinum til metingar. Um neyðugt kann stýrisbólkurin (samskiparin) gera nýtslu av serkønari hjálp til metingarnar.
- Á fundi í stýrisbólkinum einar 3 vikur eftir freistina verða umsóknirnar viðgjørdar og gjørt verður av, hvør umsókn skal tilmælast, og hvør ikki skal tilmælast. Dentur verður lagdur á, at semja er í stýrisbólkinum um heildina í ”verkætlanarpakkanum”, sum tilmælt verður settur í verk. Tað verður ikki atkvøtt um einstøku umsóknina.
- Tilmælið hjá stýrisbólkinum verður lagt fyri Fiskivinnustovuna í Fiskimálaráðnum, har ræðisrætturin av játtanini liggur, og tekur Fiskivinnustovan endaligu støðu.
- Støða Fiskivinnustovunar verður send samskipararnum fyri Fiskivinnugransking, sum eftirfylgjandi sendir umsøkjarunum eitt játtanarskriv ella eitt noktandi svar.
- Í játtanarskrivinum standa formligu treytirnar fyri stuðli og mannagongdirnar í sambandi við útgjald av stuðli.
- Umsøkjarar senda umbøn um útgjald av í mesta lagi 50% av játtaðu upphæddini til Samskiparan, sum sendir hana til Fiskivinnustovuna.
- Fiskivinnustovan váttar umbønina, og útgjaldið verður framt.
- Restin verður útgoldið eftir umbøn, tá ávegisfrágreiðing er skrivað og send Fiskivinnuroyndum.
- Tá verkætlanir eru lidnar verður frágreiðing og grannskoðaður roknskapur sendir samskiparanum fyri Fiskivinnuroyndir.
|