Hvussu er leiðin frá hugskoti til pengar, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til gransking menning og nýskapan?
21. mai skipar Granskingarráðið fyri fundi um stuðul til gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Umboð fyri stovnarnar og grunnarnar, sum umsita stuðulsjáttanir, koma at fortelja um ymsu møguleikarnar at søkja stuðul. Luttakararnir eru Vinnuframagrunnurin, Fiskivinnugransking, Innlendismálaráðið, NORA, NPP og Granskingarráðið.
Á skránni eru fyrst stuttar framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja, hvørji krøv eru til umsóknirnar, umsóknarfreistir og mannagongdir annars. Síðani verður ein kaffisteðgur, har áhoyrararnir hava høvi at seta ymsu stovnunum og grunnum ítøkiligari spurningar. Hetta verður skipað við borðum, har fleiri umboð eru tøk og kunningartilfar fæst. Aftaná verður ein fyrilestur um stuðul til gransking, menning og nýskapan.
Fundurin verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 21. mai frá kl 13 til 16. Tiltakið er alment og ókeypis. Fyrri parturin er serliga ætlaður teimum, sum umhugsa at søkja stuðul, og granskingar- og stovnsleiðarum. Fyrilesturin er eisini ætlaður politisku skipanini, miðfyrisitingini og øðrum, sum seta karmarnar fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum.
Síðani er tiltakið lýst soleiðis:
Leiðin frá hugskoti til pengar, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til gransking, menning og nýskapan
Felags kunningarfundur um stuðulsmøguleikar til gransking, menning og nýskapan verður í Norðurlandahúsinum 21. mai 2010 frá kl. 13 til 16. Øll tey, sum umsita játtanir innan hetta økið, koma at greiða frá, hvat kann stuðlast, hvør kann fáa stuðul og hvussu hetta gongur fyri seg. Harafturat verður ein fyrilestur til íblásturs.
Tiltakið er ætlað teimum, sum umhugsa at søkja stuðul til gransking, menning og nýskapan, stovns- og virkisleiðarum, politikarum, fjøðmiðlum, men øll við áhuga fyri evninum eru sjálvsagt vælkomin. Tiltakið er alment og ókeypis.
Skráin:
|
kl.13.00-13.05 |
Vælkomin – Annika Sølvará |
|
kl.13.05-14.15 |
7 stuttar framløgur um stuðulsmøguleikar og krøv: Granskingarráðið – Annika Sølvará Fiskivinnuroyndir – Jákup Mørkøre Vinnuframagrunnurin – Regin W. Dalsgaard Innlendismálaráðið, Umhvørvi & Orka – Anni á Hædd NORA – Lars Thostrup Northern Periphery Programme – Niclas Forsling FP7 – John D. Olsen |
|
kl.14.15-15.00 |
Kaffiprát – básar við individuellari kunning, tilfari o.s.fr.. Afturvið verður kaffi, te, køka og frukt |
|
kl.15.00-16.00 |
Balance og samspil mellem konkurrence-udsatte midler og basismidler – Fyrilestur við Inge-Sofie Sørensen, stjóra fyri Forskning og Innovation á Naturvidenskabelig Fakultet við Københavns Universitet Spurningar og kjak | Skráin kann eisini takast niður í pdf her
Eftir fundin:
Á fundinum vóru 7 framløgur um aktuellar stuðulsmøguleikar. Síðani var ein steðgur við kaffipráti, vegleiðing og netverkan. Aftaná steðgin helt Inge Sofie Sørensen, stjóri fyri SCIENCE, Forskning og Innovation við Københavns Universitet, fyrilestur við støði í sínum royndum við fígging úr grunnum o.l. og um javnvágina millum grundjáttanir og kappingarjáttanir. At enda var kjak.
Umleið 130 fólk høvdu leitað sær til fundin og hetta var væl meira enn vit høvdu væntað, so tað eru vit sera fegin um. Tey, sum ikki høvdu møguleika at vera við á fundinum, kunnu síggja framløgurnar niðanfyri. Myndir frá tiltakinum koma seinni.
Framløgur um stuðulsmøguleikar og krøv:
Granskingargrunnurin - Annika Sølvará
Fiskivinnugransking - Jákup Mørkøre
Vinnuframagrunnurin - Regin Dalsgaard
Innlendismálaráðið - Anni á Hædd
NORA - Lars Thostrup
ES-gransking FP7 - John D. Olsen
Nortern Periphery Programme - Niclas Forsling
Fyrilestur: Balance og samspil mellem konkurrenceudsatte midler og basismidler við Inge-Sofie Sørensen, stjóra fyri Forskning og Innovation á Naturvidenskabelig Fakultet við Københavns Universitet
Framløgur: http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=2288&NewsItemID=7417
Myndir: http://www.facebook.com/#!/photo_search.php?oid=128028430006&view=all 28maj2010jm |