Um FiskivinnugranskingPrint

Stutt um Fiskivinnugransking:

 

 

Fiskimálaráðið hevur á løgtingsfíggjarlógini tvær játtanir til gransking og menning. Onnur kallast Granskingarætlanir og hin Fiskivinnuroyndir.

Tilsamans verða hesar undir einum róptar Fiski­vinnu­­gransking.

Granskingarætlanir er játtan til rakstur av skipaðum granskingarvirksemi, sum hevur til endamáls:

         styrkja og menna gransking í føroysku fiskivinnuni

         menna føroyska fiskivinnugransking ástøðiliga og granskingarumhvørvið sum heild

         Fáa gongd á miðvísa fiskivinnugransking

         Uppbyggja vísindaliga førleika innan øki í granskingarumhvørvunum og í vinnuni

         Granskingin skal vera viðkomandi fyri vinnuna

         Granskingin skal vera í samstarvi við fiskivinnuna og í samstarvi við granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands

         Gransking í altjóða samstarvi og hond í hond við vinnuna

         menna føroyska fiskivinnugransking ástøðiliga og granskingarumhvørvið sum heild

 

Fiskivuinnugranskingin verður dagliga umsitin av samskiparanum fyri fiskivinnugransking á Fiski­mála­ráðnum og einum stýrisbólki við 6 fólkum – 3 frá fiskivinnuni og 3 frá almennum stovnum.

 

 

  

Fíggjarlógin 2009 hevur hesar ásetingar:

 

5. FISKIVINNA.

 

5.11.1.34.  Granskingarætlanir (Rakstrarjáttan).

Fiskimálaráðið hevur lagt stóran dent á at styrkja og menna gransking í føroysku fiskivinnuni. Granskingarkjarnur hava verið innan trý øki:

  • Biotøkni
  • Framleiðslutøkni
  • Veiðitøkni

Í fíggjarlógini fyri 2008 varð peningur játtaður til fyrireiking av eini kjarnu innan fiskivinnubúskap.

Ætlanin er at gera ymsar tillagingar  og broytingar innan samlaða økið í 2009. Væntandi verður størri dentur lagdur á biotøkni, eins og samlaði karmurin skal geva pláss fyri gransking og virksemi innan økið fiskivinnubúskap.

Skipanin og játtanin skal menna føroyska fiskivinnugransking ástøðiliga og granskingarumhvørvið sum heild. Málið er at bjóða fiskivinnuni og fiskivinnuídnaðinum munadygga gransking.

Játtanin á hesi høvuðskonto fer til leiðarar av kjarnunum, eins og samskiparan innan fiskivinnugransking.

 
5.34.3.07. Fiskivinnuroyndir (Rakstrarjáttan)

Fiskimálaráðið umsitur fiskivinnuroyndir, sum hava til endamáls (stevnu) at fremja royndir og kanningar - bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum. Fiskimálaráðið hevur tikið undir við stýrinum at raðfesta økini (2009-2012):

 

Burðardyggur fiskiskapur

Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar, t.d.:

  • at menna tøkni, ið fer varliga við umhvørvinum og minkar um orkunýtsluna pr. kg ráfisk
  • at menna vitanina um fiskalívfrøðina
  • at menna skipanir fyri máting av fiskiveiðiorku

 

Royndarveiða og virðisøking av fiski

Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar, t.d.:

  • royndarveiða eftir fiskasløgum, sum ikki verða gagnnýtt sum er
  • at fáa størri part av tilfeinginum til matna og finna marknaðir
  • at lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at fáa alla veiðu til høldar
  • at gera lívtøkni til sjálvsagdan part í gagnnýtslu av havtilfanginum
  • fáa fram og nýta eginleikarnar, sum havtilfeingið hevur á fólkaheilsuna
  • at menna talgildar loysnir, sum betri skjalfesta sporføri og økja um vitanina um tilfeingi, fiskiskap og framleiðslu 

Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni

 

Hetta kunnu vera fyrisitingarligar, fíggjarligar, hagfrøðiligar, samfelagsligar ella búskaparligar kanningar ella greiningar, sum leggja afturat okkara vitan um fiskivinnuna, og harvið menna grundarlagið undir vinnuligum politiskum avgerðum t.d.:

  • tilfeingisbúskapur og fyrisiting
  • avgerðarrættur og ognarskapur í fiskivinnuni
  • skipan av framtíðar fiskiskapi og flota undir Føroyum
  • ferðafólkafiskiskapur ¿ hvussu skipa hesa vinnu, soleiðis at sum mest fæst burturúr

Umsóknir til játtanina Fiskivinnuroyndir verða viðgjørdar av einum stýrisbólki, sum hevur greiðar mannagongdir at virka eftir. Eftir tilmæli frá stýrisbólkinum veitir Fiskimálaráðið endaliga tilsøgn um stuðul.

 
2.febr. 2009jm

 


Leita

Melda til tíðindabræv
Navn:

 
T-post:


Innritað
Navn:

Loyniorð:
 
Fiskimálaráðið
Jákup Mørkøre
Samskipari í Fiskivinnugransking
Heykavegur 6A
Postsmoga 347
FO-110 Tórshavn
Telefon: 35 30 30/35 32 48