Framløgudagur - Fastalávintsmánadag 15. febr. 2010 kl. 9-15!Print

Framløgudagur – Fastalávintsmánadagin mán. 15/2-2010!

 

Aftur í ár er ein framløgudagur fastalávintsmánadagin 15. februar 2010, har verkætlanumsitarar og -leiðarar greiða frá, hvat er komið burturúr nøkrum útvaldum verkætlanum, sum eru lidnar í 2009.

Framløgudagurin verður í hølunum hjá Vinnuháskúlanum á Nóatúni.

 

Skráin er løgd (sí niðanfyri). Tveir innbodnir fyrilestrahaldarar halda tveir “íblástarfyrilestar”.

 

Fyrrapartin er evnið Reiðskapsloysnir og oljusparing og seinnapartin Framleiðsluloysnir á landi.

Kl. 11:00 og kl. 14:00 halda innboðin fólk íblástarfyrilestar.

 

Kl. 11:00 greiðir Sigridur Thormodsdottir, senior advisor, frá NICe (www.nordicinnovation.net): Um Nordisk InnovationCenter - NICe, um ætlað Nyt Marint Innovationsprogram (fyri privatu vinnuna!) , og hvussu virkir í FO kunnu luttaka í NICe-verkætlanum . Sigridur T. tosar norskt/enskt.

Nyt Marint Innovationsprogram, sum er við at verða sett á skinnarar, er tilætlað serliga privatu vinnuna, og her eiga føroysk virkir at hava góðar møguleikar fyri at luttaka.

 

kl. 14:00 greiðir Sigurjón Arason, deildar­leiðari fyri R & D Divisions á Matis (www.matis.is) Hvussu hugsa íslendingar, tá tosað verður um Value Added Seafood (bæði verandi fiskavørur og hetta at fáa alt til høldar). Sigurjón røður eisini um møguleikarnar fyri FO-ÍS granskingarsamstarvi á økinum.

Evnið er viðkomandi bæði fyri privat virkir og virkir, sum royna at gera nýtslu av innvølum vm. Harafturat granskarar, sum ynskja at knýta nærri bond til samstarvsfelagar í Íslandi.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, setur dagin og Jákup Mørkøre, samskipari, sigur nøkur orð sum innleiðing til seinnapartin.

 

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku til Edith Lamhauge ella Marjun Nielsen, 353030, 353244/45 og fartlf. 521530 (kaffi, ábit v.m.).

Trýst á her fyri at síggja alla skánna.

 

 


Leita

Melda til tíðindabræv
Navn:

 
T-post:


Innritað
Navn:

Loyniorð:
 
Fiskimálaráðið
Jákup Mørkøre
Samskipari í Fiskivinnugransking
Heykavegur 6A
Postsmoga 347
FO-110 Tórshavn
Telefon: 35 30 30/35 32 48