Um VG-skipaninaPrint

Fiskivinnuroyndir byrjaði í 2004 við nýggja skipan, ið nevnist “vinnugranskaraskipanin”.
Hugskotið við skipanini er at gera tað møguligt hjá fyritøkum innan fiskivinnuna á sjógvi og landi at seta fólk í starv í ávíst tíðarskeið at taka sær av menningaruppgávum í fyritøkuni. Allar fyritøkuleiðslur liggja inni við bæði hugskotum, tankum og  ætlanum –  niðurskrivaðar ella ikki – um hvønn veg menningin í fyritøkuni skal fara. Men sjáldan hava leiðslurnar tøka tíð til at fremja hesi hugskot og ætlanir í verki. Vinnugranskaraskipanin ger hetta møguligt. Fyritøkan kann fáa stuðul til at seta fólk júst til hetta arbeiðið.

 

Eitt væl útbúgvið og virksfýst fólk í hesum menningarstarvi væntast at viðvirka til, at ferð kemur á menningararbeiðið í fyritøkuni, og at samstarv og onnur bond verða knýtt til granskingarumhvørvi og fólk yvirhøvur, sum kenna til og fáast við uppgávur av sama slagi.

 


Leita

Melda til tíðindabræv
Navn:

 
T-post:


Innritað
Navn:

Loyniorð:
 
Fiskimálaráðið
Jákup Mørkøre
Samskipari í Fiskivinnugransking
Heykavegur 6A
Postsmoga 347
FO-110 Tórshavn
Telefon: 35 30 30/35 32 48