Granskingarætlanir er játtan til rakstur av granskingarvirksemi í granskingarkjarnum. Frá 1. juni eru tvær nýggjar kjarnur settar á stovn - ein innan Framleiðslutøkni (Fish Processing Technology) við denti á framleiðslu og gagnnýtslu av allari hjávøru (biotøkni) og ein innan Veiðu- og Reiðsskapstøkni (Fish Harvesting Technology) við denti at minka oljunýtsluna (orkusparing). Arbeitt verður ímóti at seta eina triðju kjarnu á stovn innan fiskibúskap. |