Um Fiskivinnugransking/Fiskivinnuroyndir

 

www.fvg.fo er heimasíða, sum lýsir granskingar-, menningar- og nýskapanarvirksemið innan fiskivinnu, sum Fiskimálaráðið umsitir.


Fiskivinnugransking er eitt felagsheiti.
Seinasru árini er bert játtanin Fiskivinnuroyndir tøk/eftir (Granskingarætlanirnar/-kjarnurnar vórðu niðurlagdar í 2010 - sí niðanfyri).

Fiskivinnuroyndir er ein játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar gransking og menning í fiskivinnuni. Talan er um at stuðla ítøkiligum verkætlanum, sum fyritøkur, einstaklingar ella stovnar kunnu seta í verk.
Játtanin varð minkað nógv í nøkur ár (frá 5 til 2,3 milliónir krónur), men er síðani komin uppaftur.

(Árini 2001-03 var játtanin umleið 8 milliónir).

Árini 2004-11 var játtanin umleið 5 milliónir krónur.

Í tíðarskeiðinum 2012-15 minkaði játtanin fyrst við 0,7 milliónum (2012-13), síðani við 0,5 milliónum (2014) og í 2015 minkaði hon aftur við 1,6 millinónum krónum niður í einans 2,3 mió.

Játtanin fyri 2016 var fyrst 2,208 mió. (lægsta nakrantíåð), men hækkaði seint á árinum við 1,4 mió. upp í 3,7 mió.
Tá fíggjarlógin fyri 2017 varð løgd fram (30/9-16 var ætlanian at økja játtanina  enn meira upp í 8,8 mió!). Hon bleiv kortini 7,2 mió.

6 mió (10% av royndaruppboðssølugjaldinum fyri 2016) eru eisini játtaðar til ein nýggjan Fiskivinnugrunn eisini (ikki farin at virka enn).

Í uppskotinum til fíggjarlógini fyri 2018 er upphæddin til Fiskivinnuroyndir óbroytt 7,2 mió.


 

Ætlan fyri Fiskivinnuroyndir er lýst í stuttari skrá/programmi:

 

Programm 2017-

 

Stutta:

 

Stevna

Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.

 

Raðfest øki


Royndarveiða og virðisøking av fiski og fiskavørum

Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar, t.d.:

  • royndarveiða eftir fiskasløgum, sum ikki verða gagnnýtt sum er
  • at fáa størri part av tilfeinginum til matna og finna marknaðir
  • at alt tilfeingið verður gagnnýtt og virðisøkt
  • at alt av fiskinum verður fingið til lands og kemur til høldar
  • at menna tøkni og mannagongdir, ið betra um góðskuna á fiskavørum
  • at menna góðsku(/góðskubólkar) og góðskuváttanir í øllum liðum
  • at lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at fáa alla veiðu til høldar
  • fáa fram og nýta eginleikarnar, sum havtilfeingið hevur á fólkaheilsuna

Burðardyggur fiskiskapur

Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar, t.d.:

  • at menna tøkni, ið fer varliga við umhvørvinum og minkar um orkunýtsluna pr. kg ráfisk
  • at menna vitanina um fiskalívfrøðina og vistfrøðina
  • at menna burðardyggan fiskiskap (umsitingarætlanir v.m.)

Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum

Hetta kunnu vera fyrisitingarligar, fíggjarligar, hagfrøðiligar, samfelagsligar ella búskaparligar kanningar ella greiningar, sum leggja afturat okkara vitan um fiskivinnuna, og harvið menna grundarlagið undir vinnuligum og politiskum avgerðum, t.d.:

  • tilfeingisbúskapur og fyrisiting
  • skipan av framtíðar fiskiskapi og flota undir Føroyum (íroknað ávirkan á onnur lið)
  • marknaðarføringsátøk[1], ið kunnu stimbra áhugan fyri føroyskum fiski, herundir á nýggjum marknaðum.
  • at marknaðaratgongd og marknaðarføring kunnu betrast
  • at størri virðisøking verður skapt í Føroyum í øllum liðum í vinnuni
  • at føroyskir førleikar verða mentir í tøkni, veiði, framleiðslu, veitingum, tænastum og sølu

[1]Tó ikki sølumessur

 

 

Eldri stevnur/programm síggjast við at  trýsta her

 

Stýrisbólkur og samskipan

 

Fiskivinnuroyndir (og partvís fyrr eisini granskingarætlanirnar 2004-10) verða leiddar av einum stýrisbólki samansettur av fólki frá vinnuni (Føroya Reiðarafelag, Føroya Ráfiskakeyparafelag og Føroya Ráfiskaseljarafelag) og almennum stovnum (Fiskirann-sóknarstovuni og Heilsufrøðiliga Starvsstovuni (og fyrstu árini eisini Menningarstovuni/SamVit).

Stýrisbólkurin viðgerð innkomnar umsóknir og letur Fiskimálaráðnum tilmæli um, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Fiskimálaráðið tekur endaliga avgerð um, hvørjar verkætlanir fáa fígging.

Jákup Mørkøre arbeiðir vegna stýrisbólkin sum samskipari av fiskivinnugranskingini.