Granskingarætlan niðurløgd


Granskingarætlanir var játtan til rakstur av granskingarvirksemi í granskingarkjarnum (2004-10). Nýggj kjarna fyri Framleiðslutøkni varð niðurløgd í september 2010.


Frá 1. juni 2009 vórðu tvær nýggjar kjarnur settar á stovn - ein innan Framleiðslutøkni (Fish Processing Technology) við denti á framleiðslu og gagnnýtslu av allari hjávøru (biotøkni) og ein innan Veiðu- og Reiðsskapstøkni (Fish Harvesting Technology) við denti at minka oljunýtsluna (orkusparing).
Arbeitt varð eisni við fyri at fáa grundalag fyri at seta eina triðju kjarnu á stovn innan fiskibúskap.

Hesar ætlanirnar eru broyttar. Játtanin til Granskingarætlanir heldur uppat við endan av 2010 við tí úrsliti, at báðar nýggju kjarnurnar vórðu niðurlagdar í september 2010.

Granskaraleiðari fyri nýggju kjarnuna fyri Framleiðslutøkni var:

Helgi Nolsøe
Civilverkfrøðingur
Email: helgin@hav.fo
Havstovan (www.hav.fo)
Tel: +298 353900, Fax: +298 353901
Mobile: +298 216807
 

Framleiðslutøkni


Fiskimálaráðið hevur sett á stovn tríggjar granskingarkjarnur. Eina innan biotøkni, eina innan framleiðslutøkni og eina innan veiðutøkni.

Framleiðslutøknikjarnan hevur til endamáls at granska innan framleiðslutøkni. Í fyrsta umfari er ein granskingarleiðari settur at taka sær av, hvat kjarnin skal takast við. Í hesum sambandi er ein programnevnd sett har vinnuumboð og granskarar saman skulu gera ætlanir fyri, hvat granskast skal í. Tá hetta arbeiði er liðugt er ætlanin er at granskingarleiðarin skal seta granskarar afturat sær.
 

Endamál


Kjarnin fyri framleiðslutøkni skal arbeiða við gransking og menning av framleiðslutøkni innan virking av fiski. Harumframt luttaka í føroyskum eins og altjóða granskingarverkætlanum.

Sum dømi um økir granskað fer at vera í kunnu nevnast:

Hjáframleiðslur hjá flakavinnuni og fiskiflotanum
Úrtøkuoptimering í flakavinnuni
Framleiðsla burturúr uppisjóvarfiski
Royndir við nýggjum maskinum
Minking av drypptapi
Tilseting av upploystum proteinum til lidna vøru v.m.
Møgulig evni at granska og menna:
Eitt øki, sum kjarnin fer at arbeiða við, eru hjáframleiðslur. Talan kann bæði verða um hjáframleiðslur frá flakavinnuni og frá fiskiflotanum.
Onnur øki, sum arbeiðast kann við, eru úrtøkuopti-mering av flakavinnuni, framleiðsla úr uppisjóvarfiski, royndir við nýggjum maskinum, minking av drypptapi, tilseting av upploystum proteinum til lidna vøru v.m.
 

Programnevnd
 

Meinhard Jacobsen, stjóri, p/f Fiskavirking
Árni Joensen, sølustjóri, p/f Vesturvón
Olaf Olsen, stjóri, (fyrr p/f Beta)
Ari Thomassen, stjóri, p/f Kovin
Leon Smith, sivilverkfrøðingur, Fiskirannsóknarstovan
Jákup Mørkøre, samskipari, Fiskimálaráðið
Turid Mørkøre, granskari, Aqua Forsk í Noregi