Granskingarætlan niðurløgd

 

Granskingarætlanir var játtan til rakstur av granskingarvirksemi í granskingarkjarnum (2004-10). Nýggj kjarna fyri Veiði- og Reiðsskapstøkni varð niðurløgd í september 2010.


Frá 1. juni 2009 vórðu tvær nýggjar kjarnur settar á stovn - ein innan Framleiðslutøkni (Fish Processing Technology) við denti á framleiðslu og gagnnýtslu av allari hjávøru (biotøkni) og ein innan Veiðu- og Reiðsskapstøkni (Fish Harvesting Technology) við denti at minka oljunýtsluna (orkusparing).
Arbeitt varð eisni við fyri at fáa grundalag fyri at seta eina triðju kjarnu á stovn innan fiskibúskap.

Hesar ætlanirnar eru broyttar. Játtanin til Granskingarætlanir heldur uppat við endan av 2010 við tí úrsliti, at báðar nýggju kjarnurnar vórðu niðurlagdar í september 2010.

Granskaraleiðari fyri kjarnuna fyri Veiði- og Reiðskapstøkni er:

Bjarti Thomsen
Civilverkfrøðingur, MBA
Email: bjartit@hav.fo
Havstovan (www.hav.fo)
Tel: +298 353900, Fax: +298 353901
Mobile: +298 211008

 

Veiði- og Reiðsskapstøkni

 

Fiskimálaráðið hevur sett á stovn tríggjar granskingarkjarnur. Eina innan biotøkni, eina innan framleiðslutøkni og eina innan veiðutøkni.

Veiðutøknikjarnan hevur til endamáls at granska innan veiðutøkni. Í fyrsta umfari er ein granskingarleiðari settur at taka sær av, hvat kjarnin skal takast við.Í hesum sambandi er ein programnevnd sett har vinnuumboð og granskarar saman skulu gera ætlanir fyri, hvat granskast skal í. Tá hetta arbeiði er liðugt er ætlanin er at granskingarleiðarin skal seta granskarar afturat sær.
 

Endamál


At fremja viðkomandi og álítandi gransking innan veiði- og reiðskapstøkni, sum skal vera við til at gera føroyska fiskivinnu meira framkomna og effektiva og harvið meira lønandi og kappingarføra. Talan er tí um at menna verandi og nýggjar veiðihættir í tøttum samstarvi við vinnuna og við luttøku í altjóða samstarvi.

Fiskiskapur við ábyrgd:

Fiskiveiða skal vera umhvørvisvinarlig og úrveljandi (selektiv). Tí er neyðugt at menna reiðskap, sum órógvar havbotnin minst møguligt og sum ikki skaðar fisk, ið ikki skal veiðast. Eisini mugu fiskiskip mennast eftir somu meginreglu, so at t.d. sum minst av orku verður brúkt.

Programnevnd

Søren Havmand, stjóri, p/f Føroya Trol
Rúni Berg, stjóri, p/f Teymavirkið
Hans Andreas Joensen, stjóri, p/f Thor
Jan Arge Jacobsen, granskari, Fiskirannsóknarstovan
Holger Hovgaard, granskari, Danmarks Fiskeriundersøgelser
Jákup Mørkøre, samskipari, Fiskimálaráðið