Framløgudagur - Fastalávintsmánadagin 20/2-12


fríggjadagur, 17. februar 2012


Aftur í ár er avgjørt er at hava ein framløgudag fastalávintsmánadagin 20. februar 2012, har verkætlanumsitarar og -leiðarar greiða frá, hvat er komið burturúr verkætlanum, sum eru lidnar í 2011.


Framløgudagurin verður í hølunum hjá Vinnuháskúlanum á Nóatúni eins og í fjør (7/3-11), fyrrárið (15/2-10) og árið fyri (23/2-09)

Til fyrilestrahaldararnar:
Júst nú er bert neyðugt hjá tykkum, sum skulu leggja fram, at leggja tykkum dagin í geyma og hugsa um, hvør og hvat skal sigast. Tíðin verður avmarkað til hvørja framløgu (10-15 min.).
Dagurin skal skipast, soleiðis at tað gerst áhuga­vert hjá áhoyrarunum at luttaka í tiltakinum.
Framløgan er mest fyri tey, sum hava luttikið í ymiskum verkætlanum, so hesi fáa møguleika at hittast, men møguleiki eigur eisini at vera fyri hjá øðrum, sum hava serligan áhuga at vera við.

Neyðugt er at boða frá luttøku frammanundan, tí avmarkað er við plássi:
Ring til Edith Lamhauge ella Marjun Nielsen tlf. 353030 (/JM: 553248), ella send teldupost til edith.lamhauge@fisk.fo ella marjun.nielsen@fisk.fo)

Endalig skrá fyri framløgudagin sæst við at trýsta her (JV nýtilnevndur sum landsstýrismaður)

Tema/Íblástrarfyrilestur í ár (byrjar stundisliga 11:30):
Agnes Mols Mortensen, PhD-lesandi og serkøn í føroyskum tarasløgum, fer at greiða frá, hvat finst av tara í Føroyum, og hvat man vera til av tara undir Føroym. Nýtsla av tara og neyðug umhvørvisatlit! Hon fer at hyggja í ”krystallkúluna” og greiða frá ymiskum nýtslumøguleikum við tara sum nýtt framtíðartilfeingi.

 

Skrá


09:30: Jacob Vestergaard[1], nýtilnevndur landsstýrismaður,
bjóðar vælkomin her

09:40 Eilif Gaard sigur stutt nøkur orð um Fiskivinnuroyndir[2], játtanarniðurskurði og komandi lýsing eftir verkætlanum í úrtíð (ultimo februar/primo mars). PP-Framløga

 


Verkætlanir lidnar í 2011 (nakrar):


09:45 Leiklututin hjá makreli í vistskipani á Landgrunninum – Jan Arge Jacobsen
10:00 Multi Porpose Pelagic Ecosystem Trawl – Leon Smith
10:15 Lýsing av hvussu fiskur skal blóðgast, kryvjast, reinsast og ísast – Jens Chr. Olsen
10:30 Stýring av yvirvekt í pakkaðum saltfiski– v/ Jákup Poulsen
11.00 Ávirkan av húkastøddum og agni á støddarbýtið av toski og hýsu, veidd við línu
– v/Jákup Reinert
11.15 Víðarimenning av trolreiðskapi, sum verður brúktur undir Føroyum – Kristian Zachariasen, Vónin


11.30 Tema/Íblástrarfyrilestur (byrjar stundisliga):


Agnes Mols Mortensen, PhD-lesandi og serkøn í føroyskum tarasløgum, fer at greiða frá, hvat finst av tara í Føroyum, og hvat man vera til av tara undir Føroym. Nýtslu av tara og neyðug umhvørvisatlit! Hon fer at hyggja í ”krystallkúluna” og greiða frá ymiskum nýtslumøguleikum við tara sum nýtt framtíðarttilfeingi.
Kjak og spurningar aftaná

12.15 Ábit (”Ny Nordisk Mad II”)


Dømi um nýggjar verkætlanir ella verkætlanir, sum halda á fram eitt stutt skeið afturat:


13:15 Virðisøking av línufiski við betri hagreiðing við veiðu til framleiðslu – Jákup Magnussen, Nomatek
13.30 Skiljirist at skilja sild frá makreli – Kristian Zachariasen, Vónin
13.45 Pelagiska Komplexið (PhD-uppgáva) – Hans Ellefsen
14.00 WhitefishMaLL[3] (North Atlantic whitefish Marine Living Lab) – Ólavur Gregersen,
Hann greiðir eisini stutt frá møguleikunum í NICe fyri stuðli og egnum royndum at luttaka í FP7-verkætlanum vm.
14.20 Annika Sølvará greiðir stutt frá stuðulsmøguleikum innan NORDFORSK (og Granskingarráðnum)
14.30 Jákup Sørensen greiðir frá stuðulsmøguleikum frá NORA (og NPP)

[1] Jacob Vestergaard er nýtilnevndur 16/2-12. Jákup Mikkelsen varð loystur úr starvi dagin fyri 15/2-12. Møguliga verður aðalstjórin, Rógvi Reinert, í staðin
[2] (sprottið upprunaliga burturúr tí, sum varð kallað: Praktiskar Fiskivinnuroyndir)
[3] www.WhiteFishMall.com