Granskingarætlan niðurløgd


Granskingarætlanir var játtan til rakstur av granskingarvirksemi í granskingarkjarnum (2004-10).


Frá 1. juni 2009 vórðu tvær nýggjar kjarnur settar á stovn - ein innan Framleiðslutøkni (Fish Processing Technology) við denti á framleiðslu og gagnnýtslu av allari hjávøru (biotøkni) og ein innan Veiðu- og Reiðsskapstøkni (Fish Harvesting Technology) við denti at minka oljunýtsluna (orkusparing).
Arbeitt varð eisni við fyri at fáa grundalag fyri at seta eina triðju kjarnu á stovn innan fiskibúskap.

Hesar ætlanirnar eru broyttar. Játtanin til Granskingarætlanir heldur uppat við endan av 2010 við tí úrsliti.

Granskaraleiðari fyri nýggju kjarnuna fyri Biotøkni var:

Hóraldur Joensen
Dr. Scient
Email: horaldurj@setur.fo
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum (fram til 31/8-07 Heilsufrøðiliga Starvsstovan)
Tel: 352564/Fart.:552564
 

Biotøkni

 

Fiskimálaráðið hevur sett á stovn tríggjar granskingarkjarnur. Eina innan biotøkni, eina innan framleiðslutøkni og eina innan veiðutøkni.

Í fyrsta umfari er ein granskingarleiðari settur at taka sær av, hvat kjarnin skal takast við.Í hesum sambandi er ein programnevnd sett har vinnuumboð og granskarar saman skulu gera ætlanir fyri, hvat granskast skal í. Tá hetta arbeiði er liðugt er ætlanin er at granskingarleiðarin skal seta granskarar afturat sær.
 

Endamál


Endamálið er at fremja evnafrøðiliga og lívtøkniliga gransking í evnum, sum eru viðkomandi og mennandi fyri føroyska fiskivinnu og samfelagið alt. Harumframt at luttaka í føroyskum eins og altjóða granskingarverkætlanum.


Programnevnd

Jákup Mørkøre, samskipari, civ.ing., Fiskimálaráðið
Egil Olsen, M.Sc., Faroe Marine Biotech ltd.
Guðny Vang, matverkfrøðingur, Havsbrún
Guðrið Andorsdóttir, Cand. Scient., Føroya Fiskavirking
Kjartan Mohr, Cand. Pharm., Tjaldurs Apotek
Magnus P. Magnussen, PhD, Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Sjúrður F. Olsen, Dr. Med., Statens Serum Institut
 

Verkætlanir


Kollagen og gelatin - PhD verkætlan
 

Barnakonur, etið føroyskan tosk - grein í Frøði 2-2006.pdf

Føroyskar føðslutalvur - støðoð undir øllum føðslulýsingum.pdf
 

Faroese Food Composition Tables - the basis for all food descriptions.pdf