Alt formligt samskifti við Fiskivinnuroyndir skal fara fram gjøgnum samskiparin fyri Fiskivinnugransking.
Umsóknarbløðini, sum eru gjørd til endamálið, skulu brúkast.
Umsóknir skulu fylgja fastari skrá:
2023
Umsóknarvegleiðing og treytir 2023
Verkætlanir, sum ganga yvir tvey ella trý ár, skulu søkja um framhaldandi fígging fyri hvørt ár.
Umsóknarfreistin er tann sama sum fyri nýggjar umsóknir.
Ársroknskapur skal latast inn, so skjótt sum hesin er tøkur og eigur at fyriliggja, áðrenn biðið verður um (og er ein treyt) fyri at fáa útgoldið fyrsta útgjald fyri komandi árið.
Stýrisbólkurin fyri Fiskivinnuroyndir viðgerð umsóknina og metir, um verkætlanin er í samsvar við upprunaliga endamálið, og um grundarlag er fyri framhaldandi játtan.
Ávegisfrágreiðingin og umsóknin um framhald skal sendast inn til vanligu umsóknarfreistina.
fvg.fo er heimasíða, sum lýsir granskingar- og menningar-virksemið innan fiskivinnu, sum Fiskimálaráðið umsitir.
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2021 (sí kunning um FVR2021)
Fiskivinnuroyndir játtaði 14 nýggjar og 6 framhaldandi verkætlanir fyri 2020 (sí kunning um FVG2020)
Fiskivinnuroyndir játtaði 15 nýggjar og 9 framhaldandi verkætlanir fyri 2019 (sí kunning um FVG2019)
Fiskivinnuroyndir játtaði 19 nýggjar og 7 framhaldandi verkætlanir fyri 2018 (sí kunning um FVG2018)
Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskap-arligari og samfelagsligari burðar-dyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.