Verkætlanir 2010


Fiskivinnuroyndir hevur sum stevnu at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum. Í Programminum fyri 2009-2012 eru 3 raðfest øki, sum serligur dent­ur verður lagdur á (sí viðfest program og lýsing 2010):

1. Burðardyggur fiskiskapur
Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar

2. Royndarveiða og virðisøking av fiski
Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar kanningar

3. Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni
Hetta kunnu vera fyrisitingarligar, fíggjarligar, hagfrøðiligar, samfelagsligar ella búskaparligar kanningar ella greiningar, sum leggja afturat okkara vitan um fiski­vinnuna, og harvið menna grundarlagið undir vinnuligum politiskum avgerðum
 

Játtanir fyri 2010


Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 12 nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2010.
Harumframt er framhaldandi játtan latin 6 verkætlanum, sum byrjaðu í 2008 og 2009, sí fylgiskjal 1.
Tilsamans fáa 18 verkætlanir játtaðan stuðul fyri íalt 7,358 mió. kr. harav 5,001 mió. kr. fyri 2010.

22 nýggjar og 6(7) framhaldandi verkætlanir ella tilsamans 28(29) verkætlanir søktu upp­runaliga um tilsamans 10,656 mió. kr. harav 7,701 mió. kr. fyri 2010. Eitt sindur fleiri umsóknir vóru í ár enn í 2009 (26), men færri enn í 2008 (32+1). Áhugavert er at leggja til merkis, at aftur í ár er fíggjarstyrkurin, sum verkætlanir søkja um frá FVR, undir helvtina av samlaða kostnaðin (41%)[1]. Tá talan er um størri eginfígg­ing, er sjáldan talan um nógvan reiðan pening, men heldur ofta “kapitaliseringar” av egin­avriki ella metta virðið, sum verður latið til verkætlanina. Onkur fígging kemur eisini uttanífrá.

Umsóknirnar hava verið viðgjørdar eftir sama leisti sum undanfarin ár, og eru mann­a­gongdirnar fyri viðgerðini lýstar her.

Seinnu árini hevur dentur verið lagdur á at fáa vinnufyritøkur at luttaka meira í verk­ætlanum, og er hetta eydnast rímiliga væl, men als ikki so væl sum í 2009. Aftur í ár varð serligur dentur lagdur á at fáa verkætlanir innan ásettu 3 høvuðsøkini[2], og at fáa verk­ætl­anir innan hesi økini, sum kundu hava orkusparing við sær. Í ár fingu øll trý raðfestu økini stuðul fyri 2010 (bert tvey av raðfestu økjunum fingu stuðul í 2009).

Í ár hava vinnufyritøkur fingið 45% (63% fjør) av játtanini, meðan almennir stovnar[3] hava fingið heili 25% (bert 3% í fjør). Hetta uppbýtið av givnum játtanum í 1)Vinnu­fyritøkur 2)Almennir stovnar, 3) Granskingarkjarnur og 4) PhD og PostDoc hevur verið nýtt í nøkur ár:



Tær tríggjar Granskingarkjarnurnar, sum Fiskimálaráðið setti á stovn í 2003/2004 hildu allar uppat 31. mars 2009 (eftir góðum 5 árum).

2 nýggjar granskingarkjarnur vórðu settar á stovn 1. juni 2009. Talan er um Kjarnuna fyri . Størvini eru tíðaravmarkað til 3 ár við møguleika fyri leingjan við 2 árum. Báðar kjarnurnar hava hýsingaravtalu við Havstovuna.

4 PhD-verkætlanir hava fingið 25% (móti 12% í fjør) og Granskingarkjarnurnar hava einans fingið 5% (móti 22% í fjør)[4]. Hetta upp­být­ið av játtaðum stuðli hevur verið nýtt í nøkur ár, og sæst hetta væl á stabba­mynd­ini niðanfyri:




Bert ein vinnugranskaraverkætlan verður stuðlað í 2010. Ynskiligt er, at vinnan nýtir hendan møguleika at “slúsa” granskarar inn í virkini (FVR endurrindar 50% av kostn­aðinum, tó hægst 300.000 kr. árliga í upp til 3 ár).

Fylgiskjal 1: Verkætlanir 2010

 

Id.

Navn

 

Játtað 2010

 

Framhaldandi verkætlanir

 

1.612.640

200700674

PBP - Fra peptoner til Bioaktive Peptider

Vgr.

300.000

200700676

Sandeel on the Faroe Shelf

PhD

352.638

200700685

Góðskuoptimering trolfiskur

PhD

200.002

200800601

Udvikle en bløgge- og rensemaskine

V

300.000

200800606

Undirsjóvar kameraútgerð

V

350.000

200800608

Rúsir

G

110.000

 

Nýggjar verkætlanir

 

3.388.212

200900644

Flotlemmar á botntrol (á djúpvatnstrolara)

V

400.000

200900645

Tað pelagiska kompleksið (í Norðuratlanshavið)

PhD

500.000

200900649

Orkumátingar

G

100.000

200900650

Línuseminar

G

35.000

200900651

ClimaPel - (Havklima og uppsjóvarfiskur)

A