Annual variation in productivity on the Faroe Shelf during the 20th century


Kúpuskel - Arctica islandia 2010(-11)


Samandráttur á FO og UK trýst her
Endaliga frágreiðingin trýst her
 

Samandráttur

Kúpuskelin goymir uppá rættiliga áhugaverdar upplýsingar, sum kunnu avdúka, hvussu viðurskiftini í havinum hava verið fleiri hundrað ár aftur í tíðina.
Kúpuskel heldur til í Norðuratlantshavi, her hon livir niðri á botni, lutvíst niðurgrivin. Kúpuskel er tað dýrið, sum livir longst. Tann elsta, sum er funnin í Norðsjónum, er 500 ára gomul. Kanningin vísir, at tað er vanligt at finna kúpuskeljar við Føroyar, sum eru meira enn hundrað ára gamlar. Kúpuskelin veksur skjótt fyrstu 20 árini, men síðani sera seint. Í skelini verður hvørt ár lagdur ein ringur eins og í trøum. Tjúkdin á
árringinum vísur hvussu nógv skelin er vaksin og hetta er tengt at, hvussu nógv hon hevur etið. Føðin hjá kúpuskel er plantuæti, sum hon sílar úr sjónum. Hetta merkir, at um árringurin er tjúkkur, hevur nógv verið til av plantuæti tað árið. Harvið kann kúpuskel vísa, hvussu tær nátturligu umstøðurnar hava verið fyrr í tíðini.
Úrslitini frá kanningini vísa, at samband er millum tann mátaða gróðurin á Landgrunninum og vøksturin á kúpuskelini. Tó bendir tað á, at kúpuskelin veksur væl eitt til tvey ár framman undan, at gróðurin er góður. Árið fyri at kúpuskelin er vaksin serliga nógv, er saltari sjógvur komin inn á Landgrunnin. Saltinnihaldið vísir, hvaðani sjógvurin stavar. Ein saltur sjógvur kemur úr Biskayavíkini (er av subtropiskum uppruna), meðan feskari sjógvur kemur úr Norðuratlantsstreyminum (er av subpolarum uppruna). Planktonsamfeløgini í hesum báðum sløgum av sjógvi eru heilt ymisk. Hetta kann merkja, at í tí salta sjónum er góð føði til kúpuskelina, sum so sæst aftur á vøkstrinum á skelini árið eftir. Eisini vísa úrslitini, at toskur veksur væl árið eftir, at vøksturin á kúpuskelini hevur verið góður. Fiskastovnar, so sum toskur og hýsa, eru í hæddini 2-4 ár eftir, at gróðurin hevur verið góður. Hetta merkir alt í alt, at umleið 5 ár eftir, at kúpuskelin er vaksin nógv eru toska- og hýsustovnarnir í hæddini.
Harvið kann kúpuskelin møguliga siga nakað um fiskiskapin umleið 5 ár fram í tíðina. Hetta eru tó úrslit, sum byggja á eitt lítið grundarlag og skulu tí takast við fyrivarni. Neyðugt er at kanna fleiri kúpuskeljar. Eisini er neyðugt at kanna nærri, um hetta sambandið millum saltan sjógv, vøkstur hjá kúpuskel og vøkstur hjá toski er veruligt, og ikki bara tilvild.